- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa sektaruppskot í dag
Fáa sektaruppskot í dag
Skipararnir á Heyki og Falki hava játtað seg sekar at hava fiskað á stongdari leið norðanfyri

20.01.2020 - 08:46
Skipararnir á trolarunum Heyki og Falki fáa í dag sektaruppskot fyri ólógliga fiskiveiðu.
Ikki er greitt enn, hvussu stór sektin verður, og hvusse nógvur reiðskapur og fiskur verða drigin inn.
Tjaldrið kom á Havnina við teimum báðum trolarunum klokkan tvey leygardagin seinnapartin.
Illgruni var um, at skipini hava fiskað á stongdari leið norðanfyri Fugloynna.
Játta seg sekar
Skipararnir hava síðani játtað seg sekar.
Heykur og Falkur liggja nú í Runavík.
Teir sleppa til fiskiskap aftur, tá teir hava rindað sektina ella veitt trygd fyri henni.
Heykur og Falkur høvdu bara fiskað nøkur fá tons, tá teir vórðu tiknir.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV