Starvsmannafelagið: Semingsstovnurin komin uppí

Starvsmannafelagið: Semingsstovnurin komin uppí
Partarnir skulu lata semingsstovninum tilfar, men ikki er greitt, nær semingsroyndin byrjar
 
17.01.2020 - 14:59

Semingsstovnurin er komin upp í samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur tosað við partarnar i dag.

Hann hevur biðið um at fáa tilfar frá pørtunum, og hann væntar at hava fingið alt tilfarið mánadagin.

Í løtuni er ikki greitt, nær semingin byrjar.

Sáttmálin fór úr gildi 1. oktober, og fyrsti samráðingarfundurin var 17. oktober.

Síðani hava fleiri samráðingarfundir, men teir hava ikki borið á mál, og í dag varð semingsstovnurin so boðsendur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155