- Tíðindi, mentan og ítróttur
22 umsóknir til stjórastarvið í Búnaðargrunninum
22 umsóknir til stjórastarvið í Búnaðargrunninum
Setanartilgongdin byrjar í næstu viku

17.01.2020 - 13:22
Stórur áhugi er fyri at standa á odda fyri Búnaðargrunnin.
Tá freistin at søkja stjórastarvi í grunninum var úti fyrradagin, vóru 22 umsóknir til starvið.
Símun Gullaksen, ið er formaður í stýrinum fyri Búnaðargrunnin, upplýsir, at setanartilgongdin byrjar í næstu viku.
Eingin tíðarætlan er fyri tilgongdina, men hann vónar, at starvið verður sett skjótast gjørligt.
Búnaðargrunnurin skal hava nýggjan stjóra, eftir Regin I. Jacobsen,tók við starvinum sum stjóri í Vága Floghavn 1. desember.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV