- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyskir næmingar í kapping um danska søgu

Skúlanæmingar í Føroyum eru aftur í ár bodnir at vera við í danskari kapping um danska søgu.
Evnið er eisini danskt, tað er um hendingina í 1920, tá Danmark varð sameint við Suðurjútland.
Danska tjóðsavnið skipar fyri kappingini.
Næmingar í sjeynda flokki, áttandi flokki ella níggjunda flokki kunnu vera við í kappingini.
Ferð til Danmarkar
Tann flokkur, sum vinnur kappingina í Føroyum, fær eina ferð fyri allan flokkin til Danmarkar, har alt er goldið, tað vil siga ferð, matur, innivist og upplivingar.
Annars eru eisini aðrir vinningar til øll, sum eru við.
Evnið, sum flokkarnir í Føroyum skulu kappast um, er stríðið um markið millum Danmark og Týskland og politisku menningina frá 1864 til 1920.
Kappingin byrjar 10.august og endar 28.september.
Undirvísingartilfarið er á føroyskum, og kappingin er um at brúka tað til at gera tilfar um evnið.
