- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðafólkamet, men minni farmur og postur
Ferðafólkamet, men minni farmur og postur
Vága floghavn hevur nú kunngjørt ferðafólkatalið fyri 2019

16.01.2020 - 09:25
Í fjør fóru 424.281 ferðafólk um flogvøllin í Vágum.
Tað eru 12,3 prosent fleiri enn í 2018.
Í desember í fjør var vøksturin 10,6 prosent samanborið við desember 2018.
Fráferðirnar og komurnar vóru 5.649 í fjør, 4,4 prosent fleiri enn í 2018.
Men eru ferðafólkini fleiri, er stór minking í farminum, og posturin er eisini minni nú.
Farmurin minkaði 23,5 prosent í fjør og posturin næstan seks prosent.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV