- Tíðindi, mentan og ítróttur
USA stovnar nú skrivstovu í Nuuk
USA lýsir nú eftir einum fólki, einum grønlandsserfrøðingi, til almennu amerikonsku skrivstovuna í Nuuk, sum skal taka sær av politiska, fíggjarliga, handilsliga og diplomatiska sambandinum við Grønland.
Orðið "konsulát" verður ikki nýtt í starvslýsingini, men viðkomandi verður sett í starv undir amerikonsku sendistovuni í Keypmannahavn 40 tímar um vikuna.
Umsøkjari skal duga grønlendskt, enskt og danskt, og hevur somu uppgávur sum diplomatar, at ráðgeva, greina og fylgja við menningini í Grønlandi, og arbeiða fyri amerikonskum áhugamálum í landinum.
Tað verður gjørt millum annað við tøttum sambandi við politikarar og vínnulívsfólk og fólk innan útbúgving, gransking og mentan í Grønlandi.
Partur av starvinum er eisini at fylgja við í grønlendskum fjølmiðlum og stuðla amerikonskum embætisfólkum, sum koma á vitjan í Grønlandi.
Uttanríkisráðharrin fegnast
Danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofoed, sigur við grønlendska kringvarpið, KNR, at hann fegnast um, at samstarv nú kemur í lag. Og danska stjórnin stuðlar grønlendsku stjórnini í hesum, sigur hann.
Í august í fjør skrivaði AP-tíðindastovan, at amerikanska uttanríkisráðið hevði ætlanir um í 2020 at seta sjey fólk í starv á amerikonsku skrivstovuni í Nuuk.
Tey, sum søkja, skulu trygdargóðkennast, og skulu í minsta lagi hava bachelor-útbúgving í statsvísindum, handli, journalistikki, hugvísindum, søgu ella løgfrøði, og hava tvey ára starvsroyndir.
Tann, sum søkir, skal eisini kunna skriva 30 orð um minuttin.
Byrjanarlønin er 521-túsund krónur fyrsta árið, men eftir fyrsta árið í tænastuni hækkar lønin upp í 608.000 krónur. Evstamark at søkja er 7. februar.