- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunurnar skulu eisini fíggja forskúlarnar

Kommunurnar skulu nú eisini fíggja forskúlaflokkarnar í frískúlum, ætlar landsstýrið, sum vil broyta frískúlalógina frá 2003, so kommunur gjalda raksturin hjá forskúlaflokkum í frískúlum.
Ymiskt er, hvussu kommunur skilja ásetingina um forskúlaflokkar, sigur Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Ráðið heldur, at forskúlaflokkar í frískúlum eiga at viðgerast eins og forskúlar í fólkaskúlanum, har kommunan rindar allar rakstarútreiðslur, eisini stuðul starvsfólkalønir.
Má gerast greiðari
Hetta er ikki nóg greitt í frískúlalógini. Tí halda summar kommunur, at landið eigur at rinda stuðulin til starvsfólkalønir.
Ætlanin er eisini at broyta lógina soleiðis, at landsstýrismaðurin í skúlamálum gevur frískúlunum tímar til serligan tørv.
Nú ger Sernám tað. Hendan broyting er eisini gjørd fyri fólkaskúlarnar. Undirvísingarstýrið umsitur tímarnar til serligan tørv.
