Fyrireika krav um sekt fyri brot á ramsarkunngerð

Fyrireika krav um sekt fyri brot á ramsarkunngerð
Málið kemur til viðgerðar í rættinum mánadagin og týsdagin
 
14.01.2020 - 16:00

Ákæruvaldið hevur ikki avgjørt enn, hvørja sekt, tað fer at krevja fyri at bróta ramsarkunngerðina.

Føroya rættur skal gera av, hvussu stór sektin skal vera fyri at bróta ramsarkunngerðina, tí hetta er fyrstu ferð, at kunngerðin er mett at vera brotin. 

Men ákæruvaldið hevur eitt tilmæli til rættin um støddina. Tað tilmælið er tó ikki liðugt enn.

Átta mans skulu í rættin mánadagin, tí ákæruvaldið sigur, at teir hava brotið ramsarkunngerðina. 

Tað skulu teir hava gjørt, tá teir sigldu við vatnskutara í havnini í Nólsoy 20.juli í 2018. 

Ramsarkunngerðin sigur millum annað, at frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla við vatnskutarum nærri enn 500 metrar úr landi kring Nólsoy, Skúvoy, Mykines og Mykineshólm.

Nokta seg sekar

Teir átta menninir nokta seg sekar.

Í ramsarkunngerðini stendur, at tey, sum bróta hana, verða revsað við sekt.

Vanligt er at fara í Føroya rætt, tá hildið verður, at ein lóg ella kunngerð verður brotin fyrstu ferð fyri at vita, hvussu stór sektin eigur at verða. 

Ramsarkunngerðin kom í 2017. Hon byggir á lógina um at verja havumhvørvið. 

Kunngerðin er gjørd fyri at verja fuglin í ramsaroyggjunum.

Ramsarkunngerðin og vatnskutararnir eru á rættarlistanum mánadagin og týsdagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962