Jóhan á Plógv Hansen skeyt trý mál móti Fraklandi

Jóhan á Plógv Hansen skeyt trý mál móti Fraklandi
Enn er ógreitt, um føroyingurin á høgra veingi verður á danska landsliðnum til EM-undanspælið
 
06.01.2020 - 09:37

Jóhan á Plógv Hansen spældi allan fyrra hálvleik í Golden League-dystinum móti Fraklandi í gjárkvøldið. Dysturin endaði við, at danir vunnu 31-30. Støðan í hálvleikinum var 17-14 til Danmark.

Føroyingurin á høgra veingi skoraði fyrsta málið í dystinum, og skeyt tilsamans trý mál. 

Dysturin móti Fraklandi í gjárkvøldið var síðsti dysturin hjá liðnum fyri EM-endaspælið, sum byrjar hósdagin.

Danmark og Ísland spæla leygardagin klokkan eitt korter til seks. 

Trupult at velja

Enn er ógreitt, um Jóhan á Plógv Hansen verður á danska landsliðnum til sjálvt EM-endaspælið. 

Nú skal danski landsliðsvenjarin velja teir 18 spælararnar, sum skulu við til EM-endaspælið.

Danski venjarin ásannar, at uppgávan er vorðin uppaftur truplari eftir góða avrikið hjá fleiri av eykaspælarunum móti Fraklandi. 

- Hesir báðir dystirnir hava so avgjørt ikki gjørt mína uppgávu lættari. Eg haldi, at allir hava uppiborið at sleppa við, men soleiðis er tað tíverri ikki, segði Nicolaj Jacobsen, landsliðsvenjari, við TV2 Sport eftir dystin móti Fraklandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946