Skattamálið: Bakmanspolitiið liðugt at kanna Eik

bannari
Skattamálið: Bakmanspolitiið liðugt at kanna Eik
Kanningararbeiðið í sambandi við møguligt revsimál móti Betri Banka fyri skattaundandrátt er liðugt, sigur fútin við vp.fo
 
13.11.2019 - 07:26

Løgreglan er nú liðug at kanna, um revsimál skal reisast móti gamla Eik Banka í sonevnda skattamálinum. Tað váttar Michael Boolsen, fúti, fyri vp.fo.

Eg kann ikki siga nakað ítøkiligt um støðuna í málinum, tí málið er framvegis til viðgerðar, men eg kann tó upplýsa, at kanningin er liðug, og at málið er sent til ákærumyndugleikan til løgfrøðiliga meting, skrivar fútin millum annað í svarinum til VP.

Málið er ikki niðurraðfest

Taks meldaði Betri Banka til løgregluni fyri góðum tveimum árum síðani, eftir at løgrfrøðingurin Bárður Larsen hevði kannað, hvat fór fram í sambandi við viðgerðina av sjálvuppgávuni hjá bankanum fyri árið 2011.

Løgreglan hevur síðani - í samstarvi við danska bakmanspolitiið - kannað, um revsimál kann reisast móti bankanum fyri skattaundandrátt fyri 90 milliónir krónur.

Sjálvt um eg ásanni, at ein tvey ára málsviðgerðartíð kann tykjast long, merkir tað ikki, at málið hevur verið niðurraðfest, skrivar Michael Boolsen víðari í svarinum til Vágaportalin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017