- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eindarleiðslan samtykt

Meirilutin, sum hevur sjey atkvøður, var fyri. Minnilutin atkvøddi í móti við sínum seks atkvøðum.
Samtykt er nú, at teir 37 dagstovnarnir hjá kommununi skulu skipast í fýra eindir, hvør við sínum leiðara, sum hevur 185 starvsfólk.
>> SÍ EISINI Námsfrøðingar ónøgdir við loysn
Henda broytingin kostar 2,75 milliónir krónur. Býráðið hevur eisini gjørt av, at 4,5 milliónir krónur skulu játtast til fleiri normeringar á dagstovnaøkinum.
Við hesum verður fíggingin til børn og ung í 2020 okkurt um 200 milliónir krónur. Talan er um 3.000 børn og ung og 750 starvsfólk. Pedagogfelagið mótmælir ætlanini hjá býráðnum at gera eindarleiðslur.
Minnilutin í býráðnum tók heldur ikki undir við eindarleiðsluni. - Hann hevði broytingaruppskot um at játta níggju milliónr krónur til fleiri normeringar á dagstovnaøkinum. Tað uppskotið fall.