- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj virðisløn fyri havumhvørvi

Ein havumhvørvis-virðisløn í útnorði eigur at vera sett á stovn.
Tað halda føroysku umboðini í Útnorðurráðnum - og uppskotið varð eisini einmælt samtykt á ársfundinum hjá Útnorðurráðnum, sum var hildin í Nuuk í vikuni.
Onnur evni, sum vórðu tikin upp, vóru millum annað, samstarv á fiskivinnuøkinum, plastdálking í havinum og lættari møguleika hjá ungum fólki at ferðast millum londini í útnorði. Harumframt varð ein menningarætlan fyri Føroyar, Grønland, Ísland og vesturstrondina av Noregi (NAUST) umrødd.
Útnorðurráðið er parlamentariskt samstarv millum Ísland, Grønland og Føroyar. Seks tinglimir úr hvørjum landi vóru við á ársfundinum í Nuuk.
Úr Føroyum vóru løgtingsfólkini Henrik Old, Edva Jacobsen, Heðin Zachariasen, Steffan Klein Poulsen, Kristina Háfoss og Ruth Vang.