- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skelkaður av upplýsingunum
Skelkaður av upplýsingunum
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er skelkaður av upplýsingunum um, at H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum verður nógv dýrari enn ætlað

04.10.2019 - 07:50
Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumalum, segði í tinginum í gjár, tá fíggjarlógin fyri næsta ár var til fyrstu viðgerð, at nú tølini verða gjørd upp, kann H-bygningurin fara at kosta 150 milliónir krónur meira enn mett.
Jørgen Niclasen segði í Degi og Viku í gjárkvøldið, at tølini verða nú útgreinað, men ein so stór upphædd fer at binda fíggjarlógina í fleiri ár.
Uppskotini um fíggjarlóg fyri næsta ár og eykajáttanarlóg fyri september eru farin í figgjarnevndina til viðgerðar.
Tølini í fíggjarlógaruppskotinum eru bara framskrivingar, men landsstýrið at biðja fíggjarnevndina um at gera broytingar í uppskotinum, tá raðfestingarnar eru gjørdar.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV