Spenningur um FM heitið hjá monnum í fótbólti

Spenningur um FM heitið hjá monnum í fótbólti
Í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum er stórur spenningur um føroyameistaraheitið, og í kvøld verður toppdystur millum NSÍ og B36 við Løkin í Runavík
 
15.09.2019 - 14:37

Í kvøld klokkan 19.00 verður toppdystur við Løkin í Runavík, tá NSÍ, á øðrum plássi, tekur móti B36, á fyrsta plássi. 

Undan dystinum hevur B36 50 stig, meðan NSÍ hevur 48. NSÍ hevur tó spælt ein dyst færri enn B36. 

KÍ hevur somuleiðis 48 stig á triðjaplássi fyri ein dyst færri enn B36, og skal í dag spæla móti TB í Djúpumýru í Klaksvík. Tann dysturin byrjar klokkan 16.45. 

Hinir dystirnir í bestu mansdeildini í fótbólti eru HB og Skála og Víkingur og AB, sum báðir byrja klokkan 15.00. Og so ÍF og EB/Streymur, sum byrjar klokkan 17.00. 

KVF sendir beinleiðis í úvarpinum frá klokkan 15.00, tá sagt verður frá dystinum millum HB og Skála í Gundadali, og sagt verður sjálvsagt eisini frá toppdystinum í kvøld kl 19.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008