- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ kvinnur kunnu tryggja sær FM heitið í dag
KÍ kvinnur kunnu tryggja sær FM heitið í dag
KÍ kvinnurnar kunnu tryggja sær føroyameistaraheitið, um tær bara fáa javnleik móti EB/Streymi/Skála á heimavølli í kvøld 19:30
15.09.2019 - 14:33
KÍ kvinnurnar høvdu møguleikan at vinna FM hóskvøldið, tá tær vóru á vitjan á Eiði hjá júst EB/Streymi/Skála hóskvøldið. Men tær taptu tann dystin 1-0.
Í dag hava tær so aftur møguleikan, um tær fáa javnleik ella vinna dystin móti EB/Streymi/Skála á heimavølli.
Nærmasti kappingarneyti hjá KÍ í bestu kvinnudeildini er HB, sum skal spæla móti ÍF/Víkingi/B68 í Fuglafirði klokkan seks.
HB noyðist at vinna fyri at varðveita møguleikan at vinna meistaraheitið.
HB og Skála í Gundadali, og sagt verður sjálvsagt eisini frá toppdystinum í kvøld kl 19. So fótbóltur fer at mynda skránna seinnapartin og í kvøld.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV