- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ føroyameistari hjá kvinnum
KÍ føroyameistari hjá kvinnum
Við javnleiki í móti meistarunum úr EB/Streymi/Skála í kvøld, tryggjaðu KÍ-kvinnurnar sær meistaraheitið, hetta hóast eitt umfar framvegis er eftir
15.09.2019 - 22:01
Eitt stig var nóg mikið og eitt stig var tað, KÍ fekk í kvøld, tá EB/Streymur/Skála var á vitjan. Dysturin endaði við málleysum javnleiki og harvið eru KÍ nú fýra stig frammanfyri HB, sum eru næstar teimum á stigatalvuni.
HB og KÍ hittast, tá síðsta umfar verður spælt 26. september, men tá er ov seint hjá HB at fáa KÍ aftur.
KÍ var einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti til fyri tveimum árum síðani. 17 ferðir upp í slag vunnu tær bestu kvinnudeildina, og tað er heimsmet.
Í fjør og fyrraárið vann dagsins mótstøðulið, EB/Streymur/Skála, landskappingina, men nú eitur føroyameistarin í føroyskum kvinnufótbólti aftur KÍ.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV