Minst 10.000 hermenn tikið seg um markið

Minst 10.000 hermenn tikið seg um markið
Í gjáranáttina tóku kinesiskir hermenn í hópatali seg um markið til Hong Kong
Hildið verður, at minst 10.000 kinesiskir hermenn tóku seg um markið til Hong Kong
Mynd: AP  
 
29.08.2019 - 17:51

Nú stúra mótmælisfólk fyri, at hermenninir fara at leggja seg útí mótmælini, sum eru fráboðað um vikuskiftið. Kina sigur, at talan er um ein venjing.

Ógvuslig mótmælir hava verið í Hongkong í alt summar, tí serliga tey ungu kenna á sær, at kinesiskar lógir skulu galda í Hong Kong, hóast greið avtala varð gjørd, tá Kina seinast í 90unum fekk ræðisrættin yvir Hong Kong.

Stjórnin í Beijing hevur fleiri ferðir róð framundir, at hon ikki kann góðtaka framferðina hjá mótmælisfólkunum, tí stríðið ímillum tey og løgregluna harðnar alsamt.

Hermenninir alvápnaðir

Hildið verður, at minst 10.000 kinesiskir hermenn tóku seg um markið til Hong Kong, og teir vóru alvápnaðir, samstundis sum eitt kinesiskt herskip kom til leiðina útfyri Hong Kong.

Tað fær álvarsligar avleiðingar um herurin verður biðin um at leggja uppí í Hong Kong, sigur liberali politikarin, Denis Kwok, við The Guardian. Tað fer at gera enda á býnum, leggur hann aftrat.

Farna vikuskifti tveittu mótmælisfólkini grót og bensinbumbur eftir løgregluni, sum tók nógv fólk. Tá skjeyt løgreglan eisini fyri fyrstu ferð ímóti mótmælisfólkunum. Hálvan august sendi Kina hermenn til markið, og teir tóku seg um markið í gjáranáttina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342