- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra lond í Evropa ikki meslingafrí
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vaksina.jpeg?itok=nO79gcfS)
Heimsheilsustovnurin, WHO, hevur gjørt av, at fýra lond í Europa ikki longur kunnu siga, at meslingar ikki ganga í landinum. Tað hendir eftir at meslingar gera um seg í fleiri europeiskum londum.
WHO heitir á londini um at koppseta ímóti meslingunum. Londini, sum nú missa rættin til at siga seg vera frí fyri meslingar, eru Bretland, Grikkaland, Tjekkia og Albania. Seinast í 2017 kundi Danmark boða frá, at har gongu meslingar ikki meir.
90.000 tilburðir fyrra hálvár
Heimsheilsustovnurin vísir á, at fyrstu seks mánaðirnar í ár vóru 90.000 tilburðir av meslingum í 48 europeiskum londum. Tað er meir enn tvær ferðir so nógv sum í fjør.
Tað tað er longu meir enn alt árið í fjør, vísir ein uppgerð hjá heimsheilsustovninum. Meslingar er tann barnasjúkan sum smittar ringast, og vaksin kunnu eisini fáa meslingar, vísir WHO á.
Sjúkan kann vera deyðilig um illa vil til. Tí sigur WHO, at minst 95 prosent av fólkinum í einum landi mugu koppsetast, fyri at meslingar ikki skulu gera um seg, skrivar Ritzau.