- Tíðindi, mentan og ítróttur
1,3 milliónir fólk mótmæla ætlanum hjá Johnson
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/england_motmaeli_28.08.2019_-_ap.jpg?itok=_Rmp6Jip)
Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, er komin í politiskt ódnarveður, eftir at hann hevur mælt til, at parlamentið verður sent til hús beint upp undir endaligu samráðingarnar um brexit.
Parlamentslimir í andstøðuni og konservativa flokkinum hjá Johnson siga, at hetta er ein gøla og eitt ódemokratiskt stig. Og nú talar fólkið eisini at.
Klokkan 9:57 í morgun høvdu 1.302.347 fólk skrivað undir eitt borgarauppskot, sum heitir á landsins leiðarar um at steðga ætlanini um at senda parlamentið til hús.
Greinin heldur fram niðanfyri
Ætlanin er, at parlamentið skal fara til hús 9. september, bara seks dagar eftir, at tað er komið saman eftir summarfrítíðina, og parlamentið skal so ikki koma samanaftur fyrr enn 14. oktober.
Tað er tvær vikur fyri at Bretland skal fara burtur úr ES. Boris Johnson heitti í gjár á Elizabeth drotning um at senda parlamentið til hús, og tað hevur hon eftirlíkað.
Forsætisráðharrin sigur, at steðgurin í tingarbeiðnum hevur til endamáls geva stjórnini møguleika at byrja av nýggjum 14. oktober.
Skuldu fara úr ES í mars
Boris Johnson gjørdist forsætisráðharri eftir Theresu May fyri einum mánaði síðani, eftir at hon í trý ár hevði roynt at fáa undirtøku fyri eini avtalu um brexit.
Upprunaliga var ætlanin, at Bretland skuldi fara úr Evropasamveldinum 29. mars, men freistin varð longd til 31. oktober.
Boris Johnson hevur sagt fleiri ferðir, at bretar fara úr ES henda dag, sama um tað eydnast at fáa eina avtalu við ES ella ikki.