Enn ein kvinna skotin í Svøríki

Enn ein kvinna skotin í Svøríki
Enn ein kvinna er skotin til deyðis í Svøríki, hesaferð hendi tað í útjaðaranum av Stokkholm, upplýsir løgreglan fyri svenska kringvarpinum, SVT
 
28.08.2019 - 07:22

Kvinnan varð funnin í Vällingby, vestan fyri svenska høvuðsstaðin, í nátt, og varð flutt á sjúkrahús. Og tíðliga í morgun doyði hon.

Eitt vitni sigur við Aftonbladet, at í minsta lagi trý skot vórðu latin av frá sjálvvirkandi byrsu. Svenska løgreglan vil enn ikki siga, hví kvinnan er dripin ella um nakar er undir illgruna í málinum.

Tað eru bara fáir dagar síðani, at ein onnur kvinna varð skotin til deyðis á opnari gøtu í Svøríki. Tað hendi í Malmø fyrradagin, tá ein kvinna varð skotin í høvdið og doyði av løstunum.

Ein maður handtikin

Kvinnan var úti saman við unnustanum og nýfødda barni teirra, sum hon bar í føvninginum, tá hon varð skotin.

Løgreglan hevur handtikið ein mann, sum er undir illgruna fyri at hava verið við í drápinum og fyri at hava ólóglig vápn. Maðurin hevur verið í hóslag við løgregluna fyrr.

Sambært svensku løgregluni eru fleiri vitni avhoyrd og kanningar hava verið og løgreglan hevur lagt hald á vápn, upplýsir ákærin fyri SVT. Svenski løgmálaráðharrin, Morgan Johansson, skrivaði mánadagin á Twitter, at kvinnan júst hevði átt.

Feik og andstyggilig ódjór, sum leypa á eina mammu, skrivar Morgan Johansson, sum samstudis vissar um, at alt verður gjørt fyri at finna gerningsmenninar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342