- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bretska tjóðartingið sendast til hús
Bretska tjóðartingið sendast til hús
Boris Johnson fer helst at heita á drotningina um, at senda tingið til hús og enda tingsetuna
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20160620_ja_sidan_hevur_munin._0050.jpg?itok=M44a6O9V)
28.08.2019 - 10:43
Alt bendir á, at bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, fer at heita á Elisabeth drotning um, at senda bretska tjóðartingið til hús, og enda verandi tingsetu.
Nýggja tingsetan skal byrja góðar tvær vikur áðrenn Bretland fer úr ES, sum verður 31. oktober. Fleiri bretskir miðlar siga, at hetta er ein roynd at steðga tjóðartinginum í, at broyta ella forða fyri brexit-tilgongdini.
Tjóðartingið fær ringa tíð til, at viðgera nakra lóg við at byrja nýggja tingsetu so stutt undan brexit-degnum, sum kann taka ætlaninar hjá forsætisráðharranum av ræði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV