Høvuðsstaðurin í Indonesia flytast

Høvuðsstaðurin í Indonesia flytast
Jakarta er hóttur av náttúrukreftum og nógvari ferðslu
Indonesia hevur gjørt av at flyta høvuðstaðin úr Jakarta til oynna Borneo
 
27.08.2019 - 10:11

Indonesia hevur gjørt av at flyta høvuðstaðin úr Jakarta til oynna Borneo. Orsøkin er, at Jakarta er hóttur av náttúrukreftum og ov nógvari ferðslu, skrivar Reuters.

Tað búgva 10 milliónir fólk í Jakarta, men verða útjaðaraøkini tikin við, er talan um 30 milliónir fólk.

Nýggi høvuðstaðurin sum skal vera á Borneo, tí tann oyggin er ikki so ofta fyri náttaúruhendingum sum restin av landinum.

Fer at kosta minst 221 milliardir

–  Ætlanin hevur strategiskan týdning, tí so verður høvuðsstaðurin miðskeiðis í landinum, tætt við har býir vaksa, sigur forsetin í Indonesia, Joko Widodo, á tíðindafundi.

Umhvørvisfólk í Indonesia eru ikki nøgd við ætlanina, tí tað fer at gera enda á fleiri djórum, siga tey. Jakarta hevur leingi havt stórar trupulleikar av nógvu fólkunum.

Teir trupulleikarnir kann sleppast undan í einum nýggjum høvuðstaði, sigur eitt umboð fyri Greenpeace. Prísurin fyri nýggja høvuðstaðin verður minst 221 milliardir krónur sigur forsetin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342