- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðuleiðari vil steðga brexit-ætlan
Bretski andstøðuleiðarin, Jeremy Corbyn, hevur sett sær fyri at steðga ætlanini hjá Boris Johnson, forsætisráðharra, um at bretar fara úr ES uttan nakra avtalu.
Í farnu viku boðaði hann polittikarum úr nógvum flokkum á fund, fyri at royna at finna eina felags støðu, og tann fundurin verður í dag, skrivar tiðindastovan Ritzau.
Konservativu tinglimirnir ivast
Boris Johnson vil vera við, at parlamentið ikki kann steðga hansara ætlanum, men tí er Corbyn ikki samdur í. Hann ætlar at skipa eina fyribilsstjórn, ið skal standa fyri at loysa Bretland frá ES tann 31. oktober.
Hann fer millum annað á fundinum í dag at royna at finna undirtøku fyri einum misáliti á Boris Johnson, forsætisráðharra, so stjórnin verður noydd at leggja frá sær.
Millum konservativu tinglimirnar er stórur ivi, tí labourleiðarin hevur sagt, at hann skal standa á odda fyri fyribilsstjórnini, og tað hóvar teimum ikki.
Freistin kann leingjast
Ein annar møguleiki, sum verður umrøddur í dag, er eitt uppskot um at leingja freistina fyri brexit uppaftur meir, so landið ikki fer úr ES 31. oktober.
Ein meiningakanning sum er almannakunngjørd í Bretlandi, vísir, at 42 prosent av veljarunum siga seg fara at atkvøða fyri Konservativa flokkinum, um val verður.
Tað er ein framgongd uppá 17 prosentstig síðani Boris Johnson tók við fyri einum mánað síðani, og Konservativi flokkurin er 14 prosentstig frammanfyri Labour.