- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj handilsavtala millum USA og Japan
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/trump_0.png?itok=_xgr4CQJ)
USA og Japan eru komin undir land við eini nýggjari handilsavtalu millum londini.
Tað boðaðu Donald Trump, forseti og japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe frá á G7-toppfundinum í Fraklandi í gjárkvøldið, skrivar Ritzau.
Teir siga seg fara at skriva undir avtaluna í New York í september.
Sambært amerikanska samráðingarleiðaranum, Robert Lighthizer, fevnir avtalan um landbúnað, ídnaðartoll og digitalan handil.
Verður avtalan undirskrivað í næsta mánað, so kann tað minka um handilsstríðið ímillum londini, samstundis sum handilsstríðið ímillum USA og Kina stendur við og versnar.
Donald Trump upplýsti í gjárkvøldið, at Japan fer at keypa korn úr USA, sum amerikanskir bøndur ikki sleppa av við, tí tollurin til Kina er hækkaður munandi.
Talan er um eina avtalu fyri fleiri milliardir dollarar, upplýstu forsetin og forsætisráðharrin í Fraklandi í gjárkvøldið.