Loyvi til ikki at seta mann í leiðarastarv

Loyvi til ikki at seta mann í leiðarastarv
Kvinnuhúsið hevur fingið undantaksloyvi frá Javnstøðunevndini at søkja eftir kvinnu, nú søkt verður leiðara til Kvinnuhúsið í Havn
Kvinnuhúsið søkir eftir leiðara fyri Elina Reinert Planck, sum hevur verið leiðari í 25 ár
 
22.08.2019 - 12:46

Kvinnuhúsið søkti um undantaksloyvi 31. mai, og Javnstøðunevndin var samd um at geva undantaksloyvi, sigur Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini. Tað kann nevndin gera sambært javnstøðulógini.

Í lógini stendur, at ikki er loyvt at lýsa eftir fólki til arbeiðis, har tað á nakran hátt bendir á, at annað kynið hevur fyrimun, uttan so at starvið er treytaleyst kynsbundið. 

Serligt høvi

Men so stendur eisini, at í heilt serligum føri kann Javnstøðunevndin geva undantaksloyvi. Og leiðarin í Kvinnuhúsinum er eitt heilt serligt føri, heldur Javnstøðunevndin. 

Kvinnuhúsið søkir eftir persóni til leiðarastarvið. Men ikki fyrr enn førleikarnir hjá umsøkjarum verða nevndir, kemur undan kavi, at søkt verður eftir kvinnu.

Har stendur, at umsøkjarin dugir at vera rólig í truplum støðum. Hetta er einasta ábending í lýsingini um, at søkt verður eftir kvinnu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949