Finna eina skjóta loysn

Finna eina skjóta loysn
Boris Johnson hevur fingið 30 dagar at koma við uppskotum um, hvussu spurningurin um markið millum Norðurírland og Írland kann loysast
Mynd: AP  
 
22.08.2019 - 09:10

Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, nevnir nú møguleikan fyri at finna eina skjóta loysn á spurninginum um markið millum Norðurírland og Írland í sambandi við Brexit.

Tað hevur verið sagt, at vit fara at finna eina loysn um eini tvey ár. Men vit kunnu eisini finna eina loysn næstu 30 dagarnar, segði Angela Merkel á tíðindafundinum, sum hon og Boris Johnson hildu eftir fundin. 

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, vitjaði Merkel í Berlin í gjár. Boris Johnson váttar, at hann hevur fingið 30 dagar at koma við uppskotum um, hvussu spurningurin um markið kann loysast.

Samráðast ikki meira við Bretland

Avtalan, sum Theresa May, fyrrverandi forsætisráðharri, gjørdi við ES, sigur, at markið millum Norðurírland, sum hoyrir til Bretland, og ES-landið Írland skal vera opið, til Bretland hevur gjørt eina handilsavtalu við ES.

Men tey, sum finnast at hesi regluni, teirra millum Boris Johnson, stúra fyri, Bretland noyðist at ganga undir ES-treytir í óásetta tíð, og tí eigur reglan um markið at verða strikað.

ES hevur gjørt greitt, at samráðst verður ikki meira við Bretland um Brexit, og bretski forsætisráðharrin hevur sagt, at Bretland fer úr ES 31. oktober, sama um nøkur avtala verður gjørd ella ikki.

Í dag fer Boris Johnson at hitta franska forsetan, Emmanuel Macron.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342