- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump vitjar ikki í Danmark kortini
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/donaldtrump-ap.jpg?itok=Uxt9Bsuw)
Søgan um at Donald Trump ikki kemur til Danmarkar kortini, tí Grønland ikki er til sølu, vekir bæði ans og undran í øllum teimum stóru miðlunum.
Amerikanski forsetin skrivaði soleiðis á Twitter í gjárkvøldið:
Denmark is a very special country with incredible people, but based on Prime Minister Mette Frederiksen’s comments, that she would have no interest in discussing the purchase of Greenland, I will be postponing our meeting scheduled in two weeks for another time....
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) August 20, 2019
Í einum uppfylgjandi boðum á Twitter skrivar forsetin, at Mette Frederiksen við at vera so avgjørd, tá hon hevur afturvíst at selja Grønland, hevur spart bæði USA og Danmark fyri útreiðslur og stríð.
– Tað takki eg henni fyri, og eg gleði meg til at finna ein nýggjan dag til eina vitjan í framtíðini, skrivar Donald Trump, forseti. Og fleiri danskir politikarar ógvast við boðini frá Trump.
Fyrireikingar longu gjørdar
Nógv hava fyrireikað seg til vitjanina. Kongshúsið staðfestir bara yvir fyri DR, at vitjanin verður av ongum og hevur ikki meira at siga.
Dansk Industri sigur seg harmast avgerðina, tí hetta var ein einastandandi møguleiki at fáa samskifti við amerikanska forsetan um týdningarmikil mál fyri Danmark, til dømis at USA hevur tikið seg úr París-veðurlagsavtaluni.
Aksel V. Johannesen, løgmaður, hevur boðað frá, at hann fór at luttaka á fundinum við Donald Trump, sum skuldi vera 2. og 3. september, men tað verður so av ongum.