- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggj gransking: Menniskju orsøk til bræðing
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/antarktis-sudurpolurin-ap.jpeg?itok=1tbikA4y)
Antarktis - við Suðurpólin - er býtt í tveir partar; Eystur og vestur. Eystari parturin á Suðurpólinum er meiri støðugur, og hin parturin er óstøðugari.
Granskarar hava leingi hildið eyga við vestara partinum á Suðurpólinum, tí stóri ískappin kann kollapsa, so hvørt jørðin verður heitari.
Vindarnir fáa heitari sjógv til meginlandið
Í síðstu viku prógvaðu granskarar í tíðarritinum Nature Geoscience, at mannaskapt upphiting hevur broytt vindarnar í havinum við Suðurpólin.
– Vit hava nú prógv fyri, at virksemi hjá menniskjum hevur ávirkað ta hækkingina í havinum, sum vit síggja við Vesturantarktis, sigur polargranskarin frá British Anarctic Survey, Paul Holland, við National Geographic.
Granskarar hava funnið útav, at vindarnir við Vesturantarktis eru vorðnir antin veikari ella hava skift kós. Tað hevur fingið havið at broytast, so at meira ísur bráðnar, tí vindarnir fáa heitari sjógv tættari til meginlandið - og harvið teir stóru jøklarnar.