- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ger aftur eina roynd
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/boris_johnson.jpg?itok=-71LCC3x)
Boris Johnson hevur skrivað ES-forsetanum, Donald Tusk, bræv, har hann heitir á ES um at strika regluna um markið millum Norðurírland og Írland.
Avtalan, sum Theresa May, fyrrverandi forsætisráðharri, gjørdi við ES, sigur, at markið millum Norðurírland, sum hoyrir til Bretland, og ES-landið Írland skal vera opið, til Bretland hevur gjørt eina handilsavtalu við ES.
Men tey, sum finnast at hesi regluni, teirra millum Boris Johnson, stúra fyri, Bretland noyðist at ganga undir ES-treytir í óásetta tíð.
>> SÍ EISINI – Brexit-tilgongdin verður ávirkað
Myndugleikarnir í Brússel hava fleiri ferðir boðað frá, at ES fer ikki at samráðast við Bretland um eina nýggja avtalu.
Boris Johnson fer seinni í vikuni at hitta týska samveldiskanslaran, Angelu Merkel, og franska forsetan, Emmanuel Macron.
Um vikuskiftið verður G7-toppfundur í Fraklandi, og bretski forsætisráðharrin verður eisini á hesum fundinum.