Svenskur ríkisborgari útflýggjast Danmark

Svenskur ríkisborgari útflýggjast Danmark
Ein 22 ára gamal maður í Svøríki, ið er skuldsettur fyri spreingingina móti Skattastýrinum, skal fyri rættin í Danmark
Tað var týskvøldið í síðstu viku, at ein bumba brast uttan fyri Skattastýrið í Keypmannahavn
 
17.08.2019 - 09:58

Tann 22-ára gamla svenski statsborgarin, sum er skuldsettur fyri spreingingina við Skattastýrið á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, skal latast Danmark.

Tað avgjørdi tingrætturin í Malmø seinnapartin í gjár, har maðurin hevur verið í grundlógaravhoyring. Maðurin fjaldi andlitið við einum bláum turriklæði í rættinum.

Ein annar eftirlýstur

Maðurin vil ikki útflýggjast til Danmarkar, men verjin vil ikki siga hví. Hann hevur nú umhugsanartíð til 23. august, um hann vil kæra avgerðina til hægri rætt.

Ein annar svenskur statsbogari er eftirlýstur í málinum. Báðir búgva í Skåne. Navnaforboð er í málinum, og tí ber ikki til at siga meira um, hvørjar teir mistonktu eru.

Tað var týskvøldið í síðstu viku, at ein sterkur bumbubrestur gjørdi stóran skaða á Skattastýrið í Keypmannahavn. Eingin kom til skaða, men tað var bara hepni, siga bumbuserfrøðingar.

Einki er komið fram um, hví bumban týskvøldið varð løgd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342