- Tíðindi, mentan og ítróttur
Johnson hittir Merkel og Macron
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/boris_johnson-ap.png?itok=sTRLKUCL)
Hetta er fyrsta vitjanin hjá Boris Johnson, bretska forsætisráðharranum, uttanlands, síðani hann tók við, sum forsætisráðharri í juli.
Tað skrivar bretska blaðið, The Guardian, á sosiala miðlinum, Twitter, sambært tíðindastovuni hjá Ritzau í morgun.
Samráðingar takast uppaftur
Boris Johnson skal hitta franska forsetan, Emmanuel Macron, týsdagin og týska samveldiskanslaran, Angela Merkel, mikudagin. Hann skal eisini hitta Donald Tusk, forseta í Evroparáðnum.
Boris Johnson fer at royna at fáa europeisku leiðararnar at taka uppaftur samráðingarnar um Brexit, so Bretland ikki fer úr Evropeiska samveldinum uttan nakra avtalu.
Týska stjórnin kunngjørdi í gjár, at Angela Merkel, samveldiskanslari, skuldi hitta Boris Johnson skjótt, men eingin dagur var ásettur.
Luttekur eisini á G7-toppfundi
Stjórnarskrivstovan hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, hevur fyribils ongar viðmerkingar til tíðindini hjá blaðnum, The Guardian, um vitjanina.
Boris Johnson fer væntandi eisini at taka lut á G7-toppfundinum við heimsins leiðarum í Biarritz, í útsynningspartinum í Fraklandi, í næstu viku.
Leiðararnir í G7-londunum skiftast um at vera vertir fyri toppfundinum, at kjakast um evni, ið standa hægst á politisku dagsskránni.