- Tíðindi, mentan og ítróttur
Suður- og Norðurkorea sameinast áðrenn 2045
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nordur-_og_sudurkorea.jpg?itok=8FsG1PTg)
Tað segði forsetin í Suðurkorea í sambandi við, at tað eru 74 ár síðani loysing frá Japan undir øðrum veraldarbardaga.
Í røðu síni segði forsetin í Suðurkorea, at hann vónar, at Suður- og Norðurkorea verða sameind áðrenn 2045. Men tað vil norðurkoreanski leiðarin ikki.
Sambært BBC gevur Kim Jong-un Suðurkorea skyldina fyri teimum stríðsmálum, sum eru millum londini bæði. Tí vil hann ikki hitta suðurkoreanska forsetan, sigur hann í dag, sambært BBC.
Suðurkoreanski forsetin bjartskygdur í gjár
– Eg lovi, at skapa grundarlag fyri, at bæði londini kunnu vera vertir til Olympisku leikirnar í 2032 - sum eitt sameint Korea, segði Moon Jae-in í røðu síni í gjár.
Londini bæði hava meldað seg sum vert til Olympisku leikirnar í 2032, men tað er enn óvist, hvør verður vertur. Norður- og Suðurkorea hava formliga verið í kríggi síðani 1950.
Norðurkorea hevur gjørt kjarnorkuvápn. Sjálvt um Donald Trump, forseti, hevur hitt Kim Jong-un tvær ferðir, er tað enn ikki eydnast pørtunum, at semjast um, hvat skal henda við kjarnorkuvápnunum hjá Norðurkorea.
Kim Jong-un ikki so samstarvssinnaður
USA hevur sett fleiri revsitiltøk í verk mótvegis Norðurkorea. Seinastu vikurnar hevur Norðurkorea gjørt fleiri rakettroyndir, og rakettroyndirnar plaga at vera eitt greitt tekin um, at leiðarin í Norðurkorea er ónøgdur við støðuna.
– Tíðin er komin til, at bæði Norður- og Suðurkorea saman við USA fara at hugsavna seg um, at fáa friðaravtalur í lag. Hetta skal gerast skjótast gjørligt, segði Moon Jae-in, suðurkoreanski forsetin, í røðu síni í gjár.
Men ynskið hjá suðurkoreanska forsetanum verður neyvan uppfylt, tí Kim Jong-un boðar frá í dag, at hann ikki hevur ætlanir um eitt sameint Korea.