- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjølmiðlar: Trump vil keypa Grønland
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/vlcsnap-2019-05-14-08h47m41s235.png?itok=2cmYOw0D)
Wall Street Journal og Washington Post, og fleiri onnur amerikansk bløð, vísa til fleiri dulnevndar keldur, ið siga, at Donald Trump er áhugaður í, at keypa Grønland frá Danmark.
Amerikanski forsetin hevur eftir øllum at døma fleiri ferðir sagt, at hann hevur stóran áhuga í Grønlandi - millum annað orsakað av tí náttúrutilfeingi, sum er í Grønlandi. Tí vil hann fegin keypa Grønland.
Donald Trump hevur sambært nøkrum dulnevndum keldum sett fleiri løgfrøðingar og ráðgevar at kanna, hvussu keypið kann fara fram. Hetta hevur fingið øði í millum annað fleiri fólkatingslimir í Danmark, sum vóna at hetta er skemt, skrivar DR.
Truman vildi keypa Grønland í 1946
Lars Løkke Rasmussen, formaður í Vinstra, skrivar á Twitter, at hetta má vera ein seinkað aprílsøga. Marcus Knuth, sum er grønlandsfrásøgufólk hjá Vinstra, sigur, at hetta ljóðar heilt óseriøst.
– Hvørki Grønland, Lolland, Bornholm ella aðrir partar av ríkisfelagsskapinum eru til sølu, sigur Lars Løkke Rasmussen.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at ein amerikanskur forseti roynir at keypa Grønland, sambært tíðindastovuni, AP. Í 1946, undir Harry Truman, bjóðaði USA dønum 100 milliónir dollarar fyri Grønland.