Upprudding kostar 15 milliardir

Upprudding kostar 15 milliardir
Norska stjórnin hevur ætlanir um, at rudda kjarnorkuovnarnar í Kjeller og Halden
Tað er at kosta 15 milliardir og taka fleiri ár, at rudda tveir kjarnorkuovnar í Norra
Mynd: Savnsmynd (NRK)  
 
15.08.2019 - 17:19

Í fjør og í ár hevur norska Institutt for energiteknikk avgjørt, at ovnarnir ikki skulu brúkast meira, og sostatt er nógv, ið skal ruddast. Ruddingin fer at taka fleiri ár, skrivar norska Føði- og fiskimálaráðið.

Teir báðir kjarnorkuovnarnir hava havt ein týðandi leiklut fyri Norra, men nú verða teir burturbeindir, og tað fer bæði við nógvari tíð og pengum.

– Vit mugu finna tvørpolitiskar og langtíðarloysnir, sigur Torbjørn Isaksen, sum er føði- og fiskimálaráðharri í Norra. 

Kostnaðurin mettur til 15 milliardir

Uppskotið um uppruddingina skal leggjast fyri norska Stórtingið í 2020. Og í uppskotinum skal standa, júst hvussu uppruddingin skal fara fram.

Fyribils útrokningar vísa, at tað fer at kosta einar 15 milliardir norskar krónur at rudda alt kjarnorkuburturkastið. Nýggjar støðir og goymslur mugu byggjast til endamálið.

Harafturat skal kjarnorkubrennievni viðgerðast, áðrenn farið verður í gongd við at burturbeina tað. Norska stjórnin hevur seinastu fýra árini brúkt 722 milliónir krónur uppá kjarnorkuovnarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342