- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sí upptøkuna: Neyðlendi í kornveltu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/ural-airlines-15082019-ap.jpg?itok=RA1VXsib)
Eitt russiskt ferðafólkaflogfar hevur neyðlent á einari kornveltu nærhendis Moskva við 234 fólkum umborð. Flogfarið fekk trupulleikar av fugli, sum kom í motorarnar, og tað verður hildið at vera eitt undur, at eingin doyði.
Russiska heilusmálaráðið sigur sambært Moscov Times, at 23 fólk fingu skaða, men eingin læt lív. Talan var um eitt Airbus 321 flogfar frá Ural Airlines, sum júst var farið á flog úr Moskva.
Filmsbrot, sum ferðafólk hava tikið, vísa fólk, sum fara úr flogfarinum og ganga gjøgnum kornakurin.
Video: Russiskt flogfar neyðlendir í kornveltu
Eitt ferðafólk greiddi frá, at flogfarið fór at skelva fimm sekund eftir, at tað var farið uppfrá, ljósini blinkaðu og tað luktaði brent.
– Flogfarið lendi, og vit runnu øll út, sigur Fyodor Galin, sum var ferðafólk við flogfarinum.
Neyðlendingin verður samanborin við neyðlendingina hjá U.S. Airways Flight 1549, sum lendi á Hudson ánni í 2009, eftir at ein gásaflokkur kom í motorarnar.
Flogskiparin á russiska flogfarinum Damir Yusopov verður sagdur at vera ein hetja. Hann hevur bjargað 233 mannalívum við at lenda flogfarið á einari kornveltu, uttan at hjólini vóru niðri, samstundis um ein motorur var í ólagi.