- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjargað frá náttúrueldi
Bjargað frá náttúrueldi
Trý fólk máttu bjargast við tyrlu í Grønlandi í dag, tá tey gingu seg inn í roykin frá náttúrueldinum, sum herjar millum Kangerlussuaq og Sisimiut
Mynd: KNR
14.08.2019 - 16:41
Tvey útlendsk ferðafólk og grønlendski ferðaleiðari teirra sendu út neyðarróp, tá tey einki sóu í øllum roykinum, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.
Sambært KNR bað løgreglan í fyrsta umfari eina rututyrlu, sum var á veg úr Sisimiut til Kangerlussuaq, um at fara og leita eftir fólkunum, men hendan tyrlan fann tey ikki.
Síðani bleiv Seahawk-tyrlan hjá Arktiskt komando send at leita, og við serligu leitingarútgerð síni, fann tyrlan fólkini og fekk tey til hús í øllum góðum. Eftir eina læknakanning, varð staðfest, at øll trý fólkini høvdu tað gott.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV