- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talan kann vera um kjarnorkurikna rakett
Fólk í russiska býnum Nyonoksa eru flutt burtur, tí geilsavirknið í økinum eftir øllum at døma er 16 ferðir hægri enn vanligt.
Hetta hendir eftir eina spreinging í einum rakettmortor í síðstu viku. Tað verður hildið, at tað var ein nýggj, kjarnorkurikin rakett, ið sprongdist 8. august.
Nógv loynibryggj hevur verið í Russlandi um spreingingina í síðstu viku, skrivar norska kringvarpið, NRK, á heimasíðuni.
Fólk leggja jod-tablettir undir seg
Fyrst segði russiska verjumálaráðið, at tveir persónar høvdu latið lív í spreingingini í hernaðarliga royndarøkinum fyri rakettir við Kvitsjógvin. Tá varð sagt, at einki geislavirkið var sloppið út í lofthavið.
Men síðani søgdu lokalir myndugleikar, at geislavirkið í økinum fór at vera økt í eitt stutt tíðarskeið, og tað hevði við sær, at fólk byrjaðu at leggja jod-tablettir undir seg.
Russiska atomráðið, Rosatom, hevur nú alment boðað frá, at fimm av teirra serfrøðingum lótu lív í spreingingini, meðan onnur vórðu løstað.
Eingin almenn kunning
Atomráðið segði eisini, at talan var um eina spreinging í sambandi við, at eitt nýtt vápn varð testað, og at hetta vápn varð rikið av einum lítlum kjarnorkureaktori.
Russiska veðurstovan segði í gjár, at geislavirknið í býnum Severodvinsk, sum liggur nærhendis royndarøkið, er 16 ferðir hægrið enn vanligt. Enn er einki komið fram alment um, hvat tað var fyri slag av rakett, ið varð testað.
Men nýggjastu upplýsingarnir hava fingið amerikanskar og russikar miðlar at halda, at talan hevur verið um nýggju kjarnorkuriknu rakettina Burevestnik ella Skyfall.
Fleiri miseydnaðar royndir gjørdar
Vladimir Putin presenteraði nýggju krússararakettina á einum stórum almennum fundi í mars í fjør.
– Hendan rakettin røkkur allastaðni, og hon kann snúgva sær uttan um rakettverjuna hjá fígginda okkara og raka mál uttan at verða uppdagað áðrenn, segði russiksi forsetin tá.
Men keldur vilja vera við, at tað hava verið fleiri miseydnaðar royndir við nýggju rakettini, og kritikkarar vilja vera við, at nýggja rakettin er sera dálkandi og óstøðug.