- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bumbumaður fongslaður
Danska løgreglan hevur handtikið ein 22 ára gamlan svenskan mann og hevur eftirlýst ein annan 23 ára gamlan svenskan mann.
Teir eru undir illgruna fyri at hava framt bumbuatstóknina móti Skattastýrinum á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, sigur Jørgen Bech Skov frá løgregluni í Keypmannahavn.
Menninir handtiknir í Malmø
Tað var seint týskvøldið í síðstu viku, at ein bumbuatsókn var móti Skattastýrinum á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. Enn er einki at frætt um, hvørji motiv liggja aftan fyri atsóknina.
Bumban var sterk og gjørdi stóran skaða, men engin kom til skaða. Tað var meira hepni enn skil, at eingin lá eftirá ella kom til skaða, sigur spreingiserfrøðingur.
Tað var neyvt samstarv millum donsku og svensku løgregluna, sum førdi við sær, at annar gerningsmaðurin, sambært løgregluni, nú er funnin og hin er eftirlýstur.