Borgarstjórin bakkar

Borgarstjórin bakkar
Nú skal kannast um ætlanin, at gera íbúðir undir Kongavarða á Argjum, kann tillagast ella um byggjast skal aðrastaðni
Í skrivi sent miðlunum sigur Annika Olsen, borgarstjóri, at tey nú kanna, um tað ber til at tillaga ætlanina við íbúðarbyggingini undir Kongavarða
 
14.08.2019 - 19:37

Borgarstjórin í Havn bakkar í málinum um íbúðarbyggingina undir Kongavarða á Argjum. Mikið rok og stór ónøgd hevur verið um ætlaðu íbúðarbyggingina undir Kongavarða.

Eigarafeløgini undir Kongavarða og eystan Kongavarða hava mótmælt alment og kalla íbúðarbyggingina eitt mistak av søguligum dimensiónum.

Talan var um eina vána loysn upp á allar mátar, søgdu eigarafeløgini. Og nú er líkt til, at mótmælini hjá teimum verða tikin til eftirtektar.

 >> SÍ EISINI MARK-eigarar byggja íbúðir undir Kongavarða

Í skrivi sent miðlunum sigur Annika Olsen, borgarstjóri, at tey nú kanna, um tað ber til at tillaga ætlanina við íbúðarbyggingini undir Kongavarða. Um tað ikki ber til, royna tey at finna annað stykki at byggja á.

Uppskotið til broytta byggisamtykt í sambandi við íbúðarbyggingina undir Kongavarða liggur enn frammi til almenna hoyring, freistin at senda kommununi viðmerkingar og broytingaruppskot er 30. august 2019.

Talan var um 94 leiguíbúðir, sum ætlandi skuldu byggjast undir Kongavarða á Argjum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151