- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanning: Løgmaður skal vera løgmaður
Løgmaður er hann, sum er best skikkaður at vera løgmaður.
Kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portal.fo, vísir, at sløk 40 prosent av teimum spurdu halda, at Aksel V. Johannesen er best skikkaður, at vera løgmaður í Føroyum.
Spyr.fo spurdi: Hvør skal vera løgmaður? 37,7 prosent svaraðu Aksel V. Johannesen. Kanningin varð gjørd 8. august. Stutt fyri ólavsøku spurdi Spyr.fo sama spurning.
Undirtøkan vaksin
Stutt fyri ólavsøku svaraðu 30,8 prosent Aksel V. Johannesen, sum altso nú fær stuðul frá sløkum sjey prosentstum fleiri enn undan ólavsøku.
Bárður á Steig Nielsen er hann, sum er Aksel V. Johannesen næstur, 19 prosent vilja hava Bárð á Steig Nielsen sum løgmann
Jørgen Niclasen eru tað 15,5 prosent, ið vilja hava sum løgmann, og tíggju prosent vilja hava Høgna Hoydal sum løgmann. 500 fólk eru spurd í kanningini.