Donsk sløkkiliðsfólk flogin til Grønlands

Donsk sløkkiliðsfólk flogin til Grønlands
38 donsk sløkkiliðsfólk eru í dag farin til Grønlands at hjálpa til við at sløkkja eldin, sum herjar í grønlendsku náttúruni
Sløkkiliðsfólk úr Danmark skulu nu hjálpa til, at sløkkja eldsbrunar í grønlendsku náttúruni
Mynd: KNR  
 
13.08.2019 - 16:24

Hetta skrivar DR á heimasíðuni. Eldur hevur herjað síðan fyrst í juli, og grønlendska landsstýrið varð herfyri noytt at biðja Danmark um hjálp. 

Tey 38 donsku sløkkiliðsfólkini skulu hjálpa lokalu sløkkiliðunum at basa eldinum, sum brennur undir jørð á torvheiðunum millum Sisimiut og Kangerlussuaq í Vesturgrønlandi. 

– Danmark er altíð tilreiðar at hjápa Grønlandi, tá tørvur er á tí, sigur danski verjumálaráðharrin Trine Bramsen, sambært DR.

Mugu tryggja, at eldurin ikki spjaðir seg

Vit hava eitt serligt samband í ríkisfelagsskapinum. Tí er tað ein sjálvfylgja, at eg lurti eyka væl eftir, tá ein áheitan um hjálp kemur úr Grønlandi, sigur Trine Bramsen. 

Sambært Jens Oddershede, leiðara fyri altjóða tilbúgvingini hjá danska Beredskabsstyrelsen, verður uppgávan hjá donsku sløkkiliðsfólkunum at byrgja eldin inni, so hann ikki spjaðir seg meira. 

Um eldurin ikki verður innibyrgdur, so kann hann hava vetrarsetu og brenna í mánaðir ella ár og harvið fáa álvarsligar avleiðingar fyri fólk, náttúru og djóralív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342