Forsætisráðharrin vil herða revsingina

Forsætisráðharrin vil herða revsingina
Álvarsom brotsverk skulu revsast harðari, sigur Boris Johnson, bretskur forsætisráðharri
 
12.08.2019 - 09:41

Í høvuðsheitum er talan um harðskap og kynsligan ágang, sum skulu revsast harðari enn nú, skrivar tíðindastovan hjá Reuters.

Í síni grundgeving, sigur Boris Johnson, at bretskir borgarar ikki hava nóg stórt álit á skipanina í landinum, og tí er umráðandi, at revsingin hóskar til brotsverkið. 

Ætlanir umrøddar í kvøld

Vit vita øll um brotsmenn, sum antin hava neyðtikið ella dripið, sum sleppa ov tíðliga út úr fongslinum, sigur hann og vísir á, at hetta ikki kann halda fram. 

Í kvøld fer bretski forsætisráðharrin av umrøða sínar ætlanir viðvíkjandi harðari revsing við leiðarar í bretsku løgregluni.

Síðani Boris Johnson tók við sum bretskur forsætisráðharri hava evni sum log og revsing fylt nógv. Men hann hevur bert ein lítlan meiriluta í bretska tinginum, so tað er ikki vist, at hansara ætlanir verða samtyktar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342