– Fólk eru eitt sindur bangin

– Fólk eru eitt sindur bangin
Hundraðtals sløkkiliðs- og bjargingarfólk stúra, nú skógareldur er á Gran Canaria, sigur útvarpsmaður á feriuoynni
Skógareldurin á Gran Canaria byrjaði í Artenara, her vesturi á feriuoynni, tá ein maður brúkti loddibolt
Mynd: Privat/Samansettar myndir  
 
12.08.2019 - 08:21

Fleiri enn 1.000 fólk eru nú flutt burtur frá nøkrum smábýum, sum liggja nær við skógareldin á Gran Canaria. Umleið 10 sløkkiliðsflogfør eru í ferð við at sløkkja skógareldin, sum hevur breitt seg á oynni. 

Fólk her eru eitt sindur bangin - tey, sum hava við skógareldin at gera. Einir 200 brandmenn og onkur fra spanska herinum, sigur Jákup Magnussen, sum í løtuni ferðast á Gran Canaria.

Eldurin kemur helst av neistum frá loddibolti. Av tí, at har er turt, hevur eldurin spjatt seg skjótt. Nógvur vindur hevur eisini havt við sær, at eldurin er spjaddur skjótt og víða. 

Ein 55 ára gamal maður handtikin

Sløkkiliðið á oynni skrivar á Twitter, at tey eru ovfarin av stóra eldinum. Umleið 120 sløkkiliðsfólk royna í løtuni at sløkkja skógareldin. 

Tá eg fór út á terassuna í dag, sá eg, at tær bláu madrassurnar vóru gráar og svartar, sigur útvarpsmaðurin Jákup Magnussen.

Sjálvt um eingin er deyður av eldinum ella komin álvarsliga til skaða, so spjaðir eldurin seg skjótt, og fleiri enn 1.000 fólk eru nú flutt burtur frá nøkrum smábýum.

Tamarhald ikki á eldinum

Støðan er tann sama. Tamarhald er ikki á eldinum enn, og veðurstovan væntar heldur ikki, at hetta verður í bræði, tí sagt verður frá nógvum vindi, sigur Jákup Magnussen.

Sjálvt um støðan er hættislig, er tað ikki óvanligt við skógareldi á sponsku oynni. Í 2016 var eisini stórur skógareldur á Gran Canaria. 

Skógareldurin er vaksin til umleið 10 ferkilometrar. Hetta svarar til umleið 10.000 fótbóltsstadion, segði Jákup Magnussen, tá útvarpið tosaði við hann í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Skratsj 12. februar 2025
187684
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. februar
Merkja grind
187663
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497