Edmund formaður í Føroyanevndini

Edmund formaður í Føroyanevndini
Edmund Joensen verður formaður í Føroyanevndini hjá fólkatinginum
Føroysku fólkatingsmenninir, Sjúrður Skaale og Edmund Joensen.
 
12.08.2019 - 11:57

Edmund Joensen verður formaður í Føroyanevndini hjá fólkatinginum.

Tað var avgjørt á summarfundinum hjá Venstre um vikuskiftið. Sambandsflokkurin hevur samstarvsavtalu við Venstre.

Edmund Joensen er eisini næstformaður í arktisku sendinevndini hjá ríkinum.

Hann er í Norðurlandaráðnum fyri fólkatingið og harafturat í Grønlandsnevndini og Udenrigs-politisk nævn hjá fólkatinginum.

Hin føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúður Skaale, er formaður í arktisku sendinevndini, og næstformaður í Føroyanevndini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151