- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tropisk ódn í Kina: 30 fólk eru deyð
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/lekima.jpg?itok=HEazHV7z)
Minst 30 fólk eru deyð og fleiri enn ein millión fólk eru burturflutt orsakað av tropisku ódnini Lekima, sum rakti Kina leygardagin.
Tropiska ódnin Lekima rakti býin Wenling, sum liggur millum Taiwan og Shanghai, tíðliga leygardagin. Tá ið ódnin rakti býin Wenzhou, elvdi hon til omanlop og vatnflóð.
Ein millión fólk burturflutt
Myndugleikarnir í Kina hava burturflutt fleiri enn eina millión fólk, 30 fólk eru deyð og 18 eru burtur. Tað skrivar tíðindastovan hjá Reuters.
Ódnin Lekima ferðast nú í móti Zhejiang landspartinum og fer væntandi at raka Shanghai. Har búgva 20 milliónir fólk.
Sambært BBC hava myndugleikarnir úr at gera við at bjarga bilførarum av vegum, sum eru undir í vatni, og at leita eftir fólki í illa farnum bygningum ymsa staðni. Koppað trø og streymslit eru allastaðni í økinum.