- Tíðindi, mentan og ítróttur
Noreg: Maður ákærdur fyri skotálop og dráp
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/nrk.jpg?itok=XjuL9_bH)
Eitt skotálop var í einari mosku í Bærum í Noregi í gjár; eitt fólk kom til skaða. Løgreglan handtók stutt eftir ein hvítan, ungan mann.
Maðurin býr í nærumhvørvinum, og hann hevur eftir øllum at døma havt tilknýti til ein bústað í Bærum seinastu árini, har løgreglan fór inn seint í gjárkvøldið og fann eina deyða kvinnu.
Hvørki játtað ella noktað seg sekan
Maðurin er nú ákærdur fyri at hava dripið kvinnuna, umframt drápsroyndina í moskuni í Bærum. Ákærdi maðurin og deyða kvinnan, sum sigst vera ung, eru skyldfólk.
Ákærdi maðurin vildi ikki geva nakra frágreiðing, tá hann varð avhoyrdur í nátt. Hann hevur tískil heldur ikki játtað ella noktað seg sekan.
Maðurin er høgravíðgongdur, og løgreglan hevur funnið fleiri upplegg á netinum, har maðurin millum annað gleðist um álopini í Christchurch, El Paso og San Diego.
Øll løgreglufólk í Oslo vápnað
Ein talsmaður fyri Islamic Cultural Centre í Noregi sigur, at tey hava eitt hátíðarhald í moskuni í Bærum í dag hóast alt.
Løgreglan syrgir fyri øktari trygd við moskuna. Trygdin við moskuna í Oslo er eisini økt, og øll løgreglufólk í Oslo eru vápnað.
Moskur og løgregla kring alt landið eru biðin at seta fyribyrgjandi arbeiði í verk í sambandi við eid hátíðarhaldið í dag, men fyribils eru ongar hóttanir, sigur løgreglan.