- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kjarnorkuvanlukka í Russlandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/russland_1_0.jpg?itok=e2kMF6I5)
Tað er alt sum bendir á, at ein kjarnorkuvanlukka á einum hernaðarligum royndarøki í Norðurrusslandi kann hava elvt til geislavirknað dálking í tveimum býum við Hvítahavið, sum liggur við Kolahálvoynna.
Í teimum báðum býunum, Severodvinsk og Arkhangelsk, hevur verið gravgangur eftir jodi, sum kann minka um ávirkanina av gesilavirknari stráling, sum brádliga tók seg upp í økinum.
Strálingin var tjúgu ferðir hægri enn hægst loyvda virði. Russiska verjumálaráðið viðgongur, at ein vanlukka er hend í umráðnum, tá ein rakett sprongdist, og at eitt umráði í Hvítahavinum er stongt fyri allari skipaferðslu í ein mánað.
Tvey fólk deyð
Myndugleikarnir upplýsa eisini, sambært Moscow Times, at tvey fólk lótu lív og seks fingu løstir av spreingingini.
Hóast hetta siga myndugleikarnir, at eingin dálking stóðst av óhappinum og at eingin geislavirkin dálking er staðfest, men teir koma ikki við nakrari frágreiðing um, hví geislavirkin dálking kundi staðfestast í teimum báðum býunum.
Í umráðnum eru rakettroyndarøki, har millum annað nýggjasta russiska rakettin, Tsirkon, verður roynd og í Severodvinsk er ein skipasmiðja, sum byggir kjarnrokuriknar kavbátar.