- Tíðindi, mentan og ítróttur
600 fólk eru nú handtikin í Hong Kong
Túsundtals fólk savnaðust aftur um vikuskiftið í Hong Kong at mótmæla, at løgreglan bannar mótmælisgongum, sum annars hava verið hvørt vikuskifti síðani juni mánað.
Mótmælini hava verið ymsa staðni í Hong Kong um vikuskiftið, millum annað á flogvøllinum, uttanfyri løgreglustøðina og í Victoria Park.
Túsundtalsfólk savnast, eisini eldri fólk og barnafamiljur. Mótmælisfólkini krevja, at myndugleikarnir lurta eftir teimum og mótmæla harðskapi frá løgregluni. Tað skrivar Reuters.
Hava bannað mótmælisgongum
Mótmælini byrjaðu, tí forsetin í Hong Kong, Carrie Lam, kom við einum lógaruppskoti, sum loyvir útflýggjan av brotsmonnum til meginlandið í Kina.
Uppskotið varð seinni tikið aftur, tí fólk hava verið óð um lógaruppskotið, og tað hevur elvt til størstu og harðligastu mótmælini í fleiri áratíggju.
Løgreglan hevur nú bannað mótmælisgongum, sum hava verið hvørt vikuskifti síðani juni mánað, men tað forðar ikki fólkunum í at mótmæla.
Neyðugt at brúka táragass
Mótmælisfólkini fóru aftur út í gøturnar í Hong Kong um vikuskiftið, og løgreglan hevur tí brúkt táragass og handtikið fleiri fólk. Tilsamans 600 fólk eru handtikin síðani mótmælisgongurnar byrjaðu.
Útflýggjanarlógin fevnir um teir sjey milliónir íbúgvar í Hong Kong, umframt útlendingar og kinesiskar ríkisborgarar í Hong Kong.
Av mongum verður lógaruppskotið sæð sum ein hóttan fyri rættartrygdina í Hong Kong, sum er fyrrverandi bretskt hjáland.