Ólógligur fiskiskapur í ferðavinnuni skal steðgast

Ólógligur fiskiskapur í ferðavinnuni skal steðgast
Ólógligur fiskiskapur hjá ferðafólkum í Norra skal steðgast, sigur norski fiskimálaráðharrin, Harald T. Nesvik 
Harald Tom Nesvik, fiskimálaráðharri
 
10.08.2019 - 13:59

Ólógligur fiskiskapur hjá ferðafólkum í Norra skal steðgast. Tað sigur norski fiskimálaráðharrin, Harald T. Nesvik.

Ferðavinnan er nógv broytt, og snýr seg í stóran mun um upplivingar í dag. Veiðitúrar eru millum sera vælumtøktu átøkini, men í vinnuni eru nøkur, ið ikki halda lógirnar.

 

Hetta er búskaparlig og umhvørvislig lógarbrot, og hetta skal steðgast, sigur fiskimálaráðharrin, sum á heimasíðuni hjá fiskimálaráðnum er endurgivin soleiðis: 

Vit vilja hava fleiri ferðafólk til Noregs, men vit mugu eisini verja fiskatilfeingið og tey, sum liva av fiskinum, sigur norski fiskimálaráðharrin, Harald T. Nesvik.

– Vit kunnu ikki góðataka, at ferðafólk koma henda vegin við tí eina endamáli; at smugla so nógvan fisk, sum gjørligt um landamarkið - tey eru ikki vælkomin her.

Bótin tvífaldað og eftirlitið hert

– Eg gerist somuleiðis óður, tá eg hoyri, at hesi bara taka besta fongin og blaka restina út aftur, sigur fiskimálaráðharrin á heimasíðuni hjá fiskimálaráðnum. 

Fyri at steðga ólógliga partinum av fiskiskapinum í ferðavinnuni, eru reglurnar herdar og bótin tvífaldað, verður tú tikin fyri at bróta lógina. Eftirlitið er hert, og tað hevur ført við sær, at fleiri verða avdúkað.

Hesi átøk kunnu tí ikki standa einsamøll, sigur fiskimálaráðharrin, sum vil hava, at ferðavinnan samstarvar við myndugleikunum fyri, at steðga ólógliga fiskiskapinum. 

Føroysk fyribilsloyvi til 30. september

Útlendsk ferðafólk fiska eisini í Føroyum. Fiskimálaráðið skrivaði 18. juni út fýra loyvi til ferðavinnufiskiskap. Loyvini eru galdandi til 30. september.

Teir níggju útróðrarbátarnir, sum eru góðkendir til ferðavinnufiskiskap, rógva út frá Porkeri, Rituvík, Argjum og Vestmanna.

Fiskimálaráðið sigur seg arbeiða við at orða eina kunngerð um fiskiskap í føroyskum sjógvi í samband við ferðavinnu. Útlendsk ferðafólk kunnu hava við við sær 40 kilo av fiski, tá tey fara av landinum. Tá er talan um runda vekt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342