Leita eftir vitnum og møguligum brotsmanni

Leita eftir vitnum og møguligum brotsmanni
Danska løgreglan sóknast nú eftir fleiri vitnum, sum eru sædd nærhendis har ein bumba brast í morgun
Løgreglan í Keypmannahavn leitar eftir manninum á hesum myndunum eftir eina spreinging á einari politistøð á Nørrebrúgv í morgun
Mynd: Samansettar myndir/løgreglan  
 
10.08.2019 - 17:35

Klokkan 3:18 í nátt fekk løgreglan boð um eina spreinging á Hermodsgade 3 á Nørrebrúgv, har ein politistøð húsast.

Løgreglan heitti fyrr í dag á fólk, sum vóru í økinum um hetta mundið, um at venda sær til politiið. 52 fólk hava higartil sett seg í samband við løgregluna, skrivar dr.dk

Sóknast eftir vitnum

Men nú sóknast løgreglan eftir einstaklingum, sum tey fegin frætta frá. Talan er um tveir bilførarar og tvey á súklu, sum koyrdu framvið stutt áðrenn spreingingina.

Haraftrat vil løgreglan fegin í samband við eitt fólk í ljósum skóm, sum sambært teimum stutt áðrenn hendingina kom gangandi eftir Tagensvej ímóti staðnum har spreingingin hendi, men vendur við og rennur hinvegin aftur, tá viðkomandi fær eyga á ein posa, sum stendir uttanfyri bygningin.

Fyrr í dag almannakunngjørdi løgreglan myndir, sum møguliga vóru av brotsmanninum, og seinnapartin eru fleiri myndir sendar í umferð.

Óvist um samband er millum spreingingar

Á myndunum sæst at ein maður í svørtum klæðum, sum ber ein myrkan plastposa og ikki ein hvítan, sum upplýst var fyrr í dag.

Maðurin á myndini, sum møguliga er gerningsmaðurin, er millum 15 og 25 ár, 170-180 cm høgur og vanliga bygdur. Hann er í svørtum klæðum og svørtum skóm á myndunum.

Løgreglan vil enn ikki siga, um nakað samband kann vera við spreingingina uttan fyri Skattastýrið í Keypmannahavn, sum var týskvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342